Ralf verður ikki við róðrið í kvøld

Premier League: Nýggi venjarin hjá Manchester United verður ikki við róðrið í kvøld

Í kvøld verða tveir teir seinastu dystirnir í 14. umfari í Premier League. Ein av teimum er millum Manchester United, sum hevur sett nýggjan venjaran, og Arsenal.

 

Mánadagin kunngjørdi Manchester United, at felagið hevur sett 63 ára gamla Ralf Rangnick sum nýggjan fyribilsvenjara fram til kappingarenda. Síðani hevur verið arbeitt við at fáa arbeiðsloyvið upp á pláss.

 

Nú er arbeiðsloyvið komið upp á pláss, men Ralf Rangnick verður ikki við róðrið í kvøld, tá Arsenal kemur á vitjan á Old Trafford. Boðini komu ov seint, og tí hevur 63 ára gamli týskarin latið ábyrgdina til Michael Carrick, ið hevur verið fyribilsvenjari síðani le Gunnar Solskjær fór frá.

 

Ti mugu viðhaldsfólkini hjá Manchester United bíða til sunnudagin, tá Manchester United spælir móti Crystal Palace, at síggja Ralf Rangnick á bonkinum.

 

1Chelsea14103133:633
2Man City14102229:832
3Liverpool1494143:1231
4West Ham1473425:1724
5Arsenal1372415:1723
6Wolves1463512:1221
7Brighton1447313:1519
8Leicester1454522:2519
9Tottenham1261511:1719
10Man Utd1353521:2218
11Brentford1344517:1716
12Crystal Palace1437419:2016
13Aston Villa1451819:2316
14Everton1443717:2415
15Leeds1436513:2015
16Southampton1436513:2015
17Watford1441919:2613
18Burnley1317514:2010
19Norwich City142488:2810
20Newcastle1407716:307