Rammuavtala undirskrivað við Bústaðir um íbúðir

Bústaðir eru í løtuni í holt við at tekna og fyrireika útbjóðingina av bygninginum, sum eftir ætlan fer at hava 19 íbúðir,

Í morgun varð rammuavtalan, sum bygdaráðið í Nes kommunu fyri summarfrítíðina samtykti at gera við Bústaðir, undirskrivað.

 

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Bústaðir var tað Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sum undirskrivaði.

 

Rammuavtalan sigur eitt nú, at Bústaðir keypa matr. nr. 415o og 415p, sum er beint sunnan fyri KRIS-bygningin á Toftum.

 

Eftir summarfrítíðina hevur fyritøkan Falkon gjørt økið byggibúgvið fyri kommununa.

 

- Bústaðir eru í løtuni í holt við at tekna og fyrireika útbjóðingina av bygninginum, sum eftir ætlan fer at hava 19 íbúðir, ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.

 

Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag.

 

Bygningurin kemur at standa soleiðis, at p-pláss verða frammanfyri bygningin.

 

- Eftir ætlan fer bygningurin at hava kjallara og tvær hæddir. Gongur sum ætlað, verður farið undir at byggja tíðliga á vári í komandi ári, siga tey í Nes kommunu í dag.