Í kvøld verða tvær seinnu 1/8 finalurnar í Champions League. Real Madrid skal verja ein 1-0 leiðslu móti Atalanta, meðan Manchester City hevur enn betri kort á hondini við 2-0 sigri á Borussia Monchengladbach.
Real Madrid – Atalanta (20.00)
Heimaliðið vann 1-0 í fyrru uppgerðini, tá Atalanta fekk ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki. Tað gekk drúgv tíð, áðrenn Ferland Mendy í 86. minutti skoraði til 1-0.
Real Madrid hevur verið gjøgnum eitt tíðarskeið við nógvum skaðum, so tað er í tøkum tíma, at Sergio Ramos er blivin tøkur aftur. 34 ára gamli miðverjin er liðskipari og strýrimaður á liðnum. Gestirnir úr Italia verða uttan Remo Freuler, ið hevur leikbann fyri reyða kortið.
Fakta (UEFA) Møgulig uppstilling Real Madrid: Courtois; Vázquez, Varane, Ramos, Mendy; Kroos; Isco, Modrić, Valverde, Vinícius; Benzema
Ikki við: Carvajal, Casemiro, Díaz, Hazard
Ivasamur: Odriozola
Í vanda fyri leikbanni: Mendy
Møgulig uppstilling Atalanta: Gollini; Tolói, Romero, Palomino; Maehle, De Roon, Pašalić, Gosens; Pessina; Muriel, Zapata
Ikki við: Freuler, Hateboer
Ivasamur: Djimsiti (muscular)
Í vanda fyri leikbanni: Djimsiti, Romero
Manchester City - Borussia Monchengladbach (20.00)
Heimaliðið spældi útidystin í Budapest, og nú verður returdysturin eisini spældur í Ungarn. Manchester City var greitt omaná í fyrra dystinum, og er stórfavorittur at koma víðari, umframt at vera favorittur at vinna kappingina.
Sigursrøðin hjá Manchester City bleiv steðgað av Manchester United, men um vikuskiftið vann City aftur. Hesa ferð uttan at seta fleiri av stjørnuspælarunum í kroystar støður. Gestirnir hava tapt allar fýra dystirnir síðani fyrru 1/8 finaluna, og tí er lítil vón fyri Borussia Monchengladbach.
Fakta (UEFA) Møgulig uppstilling Manchester City: Ederson; Walker, Rúben Dias, Laporte, Zinchenko; Rodri, Gündoğan; Ferran Torres, De Bruyne, Sterling; Agüero
Møgulig uppstilling Mönchengladbach: Sommer; Lainer, Ginter, Elvedi, Bensebaini; Zakaria, Neuhaus; Hofmann, Stindl, Wolf; Pléa
Ivasamir: Bensebaini, Kramer, Thuram
Í vanda fyri leikbanni: Lainer, Stindl