Við nýggjari staðseting og í nærumhvørvinum við skúla og frítíðarskúla er rampan í Klaksvík aftur komin til sín rætt. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna í dag.
Seinastu tíðina hevur Rebus staðið fyri at umvælt rampuna, og í dag kundi ungdómar aftur taka hana í nýtslu.
Rampan hevur staðið niðanfyri Svimjihøllina, men nú stórar útbyggingar eru í økinum, hevur verið neyðugt at flutt hana, og samstundis eisini at gjørt eina høvuðsumvæling av henni.
Í hesum sambandi bleiv samstundis valt at staðseta hana við skúlan og frítíðarskúlan, sum er eitt øki, ið leggur upp til spæl, og har bilar ikki hava loyvi at koma inn á økið, sigur Klaksvíkar kommuna.