Ran er einasta skip á búrfiskaveiði

- Vit eru einasta skip, sum roynir eftir búrfiski í Atlantarhavinum, sigur skiparin á frystitrolaranum, Ran, Esbern Poulsen.

Hin 9. desember kom frystitrolarin Ran aftur av búrfiskaveiðu. Búrfiskur er eitt slag av kongafiski og leiðirnar, teir hava roynt á, eru í altjóða sjógvi - frá Norðurspania og suður móti 200 fjórðinga markinum hjá Asorunum.

 

- Veðrið hevur verið gott, serliga tá hugsað verður um árstíðina, men fiskiskapurin var smáligur. Teir fóru avstað hin 15. oktober, og veiðan er 249 tons. Prísurin á búrfiski er góður, slakar 40 krónur fyri kilo, so tað hjálpir nakað upp á úrtøkuna.

 

Tað veit Føroyska Sjómansmissiónin at siga. Tað er eisini sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum eigur viðheftu mynd av skiparanum.

 

- Vit eru einasta skip, sum roynir eftir búrfiski í Atlantarhavinum. Haraftrat eru føroyingar einasta land, sum hevur fiskidagar eftir búrfiski á hesum leiðum. Hetta kemst av, at vit eru teir einastu, sum hava verið til fiskiskap á hesum leiðum hvørt ár - og í fleiri ár, sigur Esbern Poulsen, skipari.

 

Við sjómansmissiónina sigur hann, at Ran byrjaði hetta árið á Flemish Kap eftir svartkalva og kongafiski. Síðan vóru teir í Irmingarhavið eftir kongafiski. Eftir tað vóru teir ein stuttan túr eftir búrfiski, áðrenn leiðin lá til Grønlands, har teir tóku ímóti toski frá smærri útróðrarbátum.

 

- Í heyst vóru teir á makrelveiði, áðrenn teir so aftur fóru á búrfiskaveiði. Við Ran eru føroyingar og útlendingar, 26 mans tilsamans, veit Føroyska Sjómansmissiónin at siga.