Langa fríggjadag letur framsýning við verkum hjá Randi Martin upp í Galerie Focus í Havn.
Randi Martin er av Tvøroyri og hevur síðani 1959 búð í Danmark, undantikið 2 ár í Congo. Frá 1978 til 1982 gekk hon á Billedskolen í Keypmannahavn. Hon hevur sýnt fram síðan 1979 ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Týsklandi og USA.
Randi Martin arbeiðir mest við grafikki, og síðani 1999 hevur hon arbeitt á Atelier Agerbo í Keypmannahavn. Hennara grafisku verk hava altíð uppruna í eini persónligari uppliving, ofta næstan gloymdar støður, sum treingja seg uppá og mugu lýsast í eini mynd.
Upplivingin verður til eina mynd gjøgnum skitsu og grafiska prentplátu og transformerast frá tí privata til nakað vónandi alment. Endamálið er, at áskoðarin sær seg sjálvan í tí endaliga verkinum.
Á framsýningini í Galerie Focus eru fleiri grafisk verk og málningar.
Framsýningin letur upp langa fríggjadag kl 16.00, tá ið fernisering verður, og framsýningin verður at síggja fram til 27. apríl.