Fótbóltur
Um vikuskiftið endaði landskappingin í bestu íslendsku kvinnudeildini. Ein av spælarunum í ár hevur her verið Randi S. Wardum, sum hevur vart málið hjá Vali, og tað hevur gingið við fullari ferð.
Seinasta dystin spældi Valur móti Stjarnuni, og tann dystin vann Valur 8-0. Støðan í hálvleikinum varð 3-0.
Margrét Lára Viðarsdóttir og Dóra Maria Lárusdóttir skoraðu báðar hattrick í stórsigrinum.
Eftir 18 umfør hava valskvinnur 51 stig, bert 3 stig frá fullum stigatali. Valskvinnur hava ein so knúsandi málmun, sum 91-15. Lokalu arvafíggindarnir úr KR gjørdust nr. 2 við 48 stigum. KR hevur málmunin 61-15. Valur tapti bert ein dyst í kappingini, og varð tað ímóti júst KR.
Randi Wardum hevur skrivað søgu hesa vikuna. Hon er fyrsta føroyska kvinnan, sum vinnur meistaraheitið í fótbólti í einum øðrum FIFA-landi. Hon er eisini fyrsti føroyski fótbóltsspælarin yvirhøvur, sum er við á einum liði, sum hevur vunnið sær sætið millum 16 tey fremstu liðini í einari Evropa Cup kapping.
Í døgunum frá 9. til 14. oktober skulu Randi og Valskvinnur taka lut í næsta bólkaspælinum í UEFA Womens Cup. Tað verður í Umeå í Norður-Svøríki. Millum mótstøðuliðini, umframt vertsliðið, Umeå verður eisini italska meistaraliðið, Verona. Portalurin ynskir Randi Wardum tillukku við brøgdunum.