Range Rover kom fyrstu ferð á marknaðin í 1970, sum ein luksusútgáva av Land Rover.
Í sambandi við 40 ára haldið hevur núverandi Range Rover fingið eina sonevnda fecelift og fæst í eini dieselútgávu við 313 hk og einum snúningsmomenti upp á ikki minni enn 700 Nm. Eisini verður ein heilt nýggjur Range Rover Evogue sýndur fram. Bilurin verður serliga gjørdur til amerikanska marknaðin.
Hóast Land Rover og Range Rover verða framleiddir í Onglandi, er tað Tata Motors í India, sum eigur verksmiðjuna.