35 skot móti málinum, móti teimum bert fýra hjá Rangers, tað sigur ikki heilt so lítið. Rangers eru sera takksamir fyri at McGregor leveraði ein slíkan meistarligan innsats. Í fyrra dystinum í Skotlandi megnaði Rangers at vinna sannførandi 2-0 sigur, men í gjárkvøldið mugu teir sigast at vera sera hepnir. Fleiri ferðir bjargaði McGregor teimum, og hóast teir taptu 1-0, so komu teir víðari til fjórðingsfinalurnar, takkað verið sigrinum í Skotlandi. Málið hjá týskunum skoraði brasiliumaðurin Diego, men tað var ov lítið, hjá Bremen, ið nú mugu út úr kappingini, hóast at teir niðurspældu Rangers. Ensku liðini í Champions League komu øll víðari til fjórðingsfinalurnar, men í UEFA-Cup stendur verri til. tvey ruku út mikukvøldið, og í gjárkvøldið ruku eisini Bolton, ið taptu 1-0 í Lissabon móti Sporting.