Einki mál kom í vanligu leiktíðini, hvørki í fyrru ella seinnu hálvfinaluni í UEFA Cup-kappingini. Í yvirtíðini í Firenze kom heldur einki mál, og tí var neyðugt við brotssparkskapping. Fiorentinamálverjin, Sebastian Frey bjargaði brotssparkinum hjá Barry Ferguson, sum var fyrstur at skjóta. Men Fabio Liverani og veteranurin, Christian Vieri brendu fyri Fiorentina, og tá hinir 4 brotsparksskjúttarnir hjá Glasgow Rangers greiddu sín setning, eru skotarnir klárir til finaluna ímóti Zenit Sankta Pætursborg, sum verður á City of Manchester Leikvøllinum mikukvøldið 14. mai.