Eskil Svane, Fraklandi
(Jeffrei Henriksen týddi úr esperanto)
??????????????????????????????
Tann ið vissar um, at "Ísrael einki hevur innlimað av Palestina, tí hesin státurin ongantíð hevur verið til," orðar skilaleyst høpisloysi. Loyvið mær at svara aftur, tí sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá forsetanum í Trygdarráðnum hjá Sameindu Tjóðum í seksdagakrígnum í juni 1967 havi eg ikki sørt kunnleika um, hvat ið hendi, og um millumtjóðaløgfrøði.
So bert heilt stutt: Samtykt nr. 242 hjá Trygdar-ráðnum, einmælt góðtikin 22. november 1967, er og verður grundvøllurin, sum ein og hvør friðarloysn av tí endaleysa stríðnum noyðist at byggja á. Í hesi samtykt leggur ráðið dent á, at tað, at leggja landøki undir seg við hermegi ikki er loyvt, staðfestir, at rættvísur og varandi friður í Miðeystri krevur, at hesar báðar grundreglurnar verða fylgdar: (1) ísraelska hermegin verður tikin aftur av økjunum, sum vórðu hertikin í stríðnum, sum var, og (2) virðingin fyri rættinum at liva og fyri sjálvræði hjá øllum státum á økinum verður hildin (gevið gætur, at samtyktin ikki talar um allar verandi státir og sostatt loyvir, at møguligir nýggir státir verða stovnaðir).
Rætt er tað, at Ísrael ongantíð hevur lagt palestinsk øki undir seg, t.e. løgfrøðiliga og formliga hevur innlimað tey í ísraelska státin (men mong hava longu gloymt, at ísraelar ikki drálaðu at innlima eystur-Jerusalem og sýrisku økini, sum teir hava hertikið). Nei, í staðin fremur Ísrael drúgsama, stigvísa og stjalandi innliman við at byggja og økja "nýggjar bygdir til sínar borgarar," so sum nevnt hevur verið. Men júst hesum bannar millumtjóða-løgfrøðin. Fjórði millumtjóðasáttmálin í Geneve 12. august 1949 ásetur, at her-setandi státur hevur ongan rætt til at broyta støðuna munandi á fremmandum øki ella á øki, sum ósemja er um, og hevur ikki rætt til at búseta sínar borgarar har. Við øðrum orðum er alskyns niðurseta strangliga bannað. Henda millumtjóðasáttmála staðfesti Ísrael 6. juli 1951, og sostatt vanvirðir Ísrael greitt ikki bert almennar millum-tjóða løgfrøðiligar reglur, men eisini sína egnu góðtiknu semju. Somuleiðis er tann nýggi múrurin ella byrgingin, sum Ísrael nú setur upp, eisini ólógligur, við tað at hann trokar inn á landøki uttan fyri Ísrael.
Á ísraelska-palestinska toppfundinum í Camp David í juli 2000 skeyt Ehud Barak forsætisráðharri upp, at ikki 98 %, men 90 % av tí landøkinum, sum ósemja er um, skuldu palestinar hava; og av løgnari tilvild bar so á, tey seinastu 10 %, sum Ísraelar fegin vildu hava, eru tey gróðrarbestu og vatnríkastu økini. Á hin bógvin skeyt Barak frá sær alla greiniliga umrøðu um flóttafólkatrupulleikarnar, hóast tann áðurnevnda 242. samtyktin krevur rættvísa loysn eisini hesum viðvíkjandi. Sum tað sæst, er ísraelska uppskotið ikki av teimum gávumildastu. Terrorisma er ikki okkurt úrtøkiligt fyribrigdi; men staðbundnar umstøður nøra staðbundna terrorismu. Um Ísrael í meir enn triðingsøld, í meir enn 13000 dagar, hevur kúgað palestinar við tilvildarligari og mann-minkandi herseting, er tá so løgið, um fólk, sum ongantíð hava upplivað persónligt ella felags frælsi, øsast upp av ørkymlingini?
Harumframt eiga vit ikki at gloyma, at tær ógvis-ligastu og skammiligastu terroratgerðirnar á økinum hava ísraelar framt undan og eftir sjálvstýriskunngerðina. Til dømis sprongdu ísraelskir yvirgangsmenn í juli 1946 Hotel David í Jerusalem í luftina og drópu næstan 100 bretskar hermenn og særdu álvarsliga sama tal á hermonnum. Í apríl 1948 lupu aðrir terroristar á palestinsku bygdina Dir-Jasin og myrdu meir enn 200 menn, konur og børn. 17. september1948 myrdi annar bólkur millumgongumannin hjá Sameindu tjóðum, Folke Bernadotte greiva, eftir gjølla fyrireikaðari ætlan. Hann var tann hægststandandi sendiharrin hjá Sameindu tjóðum, sum nakrantíð varð dripin í tænastu (Folke Bernadotte, 1895-1948, var formaður í svenska Reyðakrossi og bjargaði várið 1945 - eftir persónliga millumgongu og tingingar við Heinrich Himmler - hundraðtals donskum og norskum, eisini jødiskum fangum úr nasistiskum fangalegum. At myrða hann var sostatt serstakliga andstyggiligt).
Tílíkar terroristar hevur eingin nakrantíð tikið, tvørturímóti: tveir oddamenn teirra gjørdust forsætisráðharrar í Ísrael.