Joseph Kony og LRA hava dripið 100.000 fólk og gjørt 60.000 børn til barnasoldatar. Rani Herup hjálpir altjóða herdeildunum, ið leita eftir krígsovastanum í skóginum millum Miðafrikalýðveldið, Demokratiska Lýðveldið Kongo og Suðursudan.
29 ára gamli havnamaðurin, Rani Herup, er tyrluskipari. Men meðan aðrir føroyskir tyrluskiparar fest alir antin flúgva fyri Atlantic Airways ella arbeiða í offshore-vinnuni, flýgur Rani Herup fyri amerikanska herin – djúpt inni í afrikanska skóginum.
Starv hansara er at flúgva fyri amerikanska herin og hernaðardeildirnar hjá afrikanska samveldinum, sum stríðast móti Joseph Kony og Lord’s Resistance Army á markinum millum Miðafrikalýðveldið, Suðursudan og Demokratiska Lýðveldið Kongo.
- Uppgávurnar hjá okkum eru fyrst og fremst tað, sum verður nevnt Medevac, ella bráðfeingis sjúkraflutningur. Tá kann tað snúgva seg um hermenn, sum eru komnir til skaða í skotbardøgum ella um lokalar parkvaktir, sum eru komnir í hóslag við veiðisníkar. LRA fíggjar part av virkseminum hjá sær við vørum frá ólógliga veiddum djórum, so sum fílabeinum, greiðir Rani Herup frá.
Les meiri um spennandi starvið hjá Rana Herup í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa um alt landið í morgin.