Rannvá Berg í Heiðunum: Tað sálarliga sveik

Rannvá Berg í Heiðunum, sum var ein av føstu leikarunum á liðnum ígjøgnum alla kappingina, kastaði ein stóran part av skuldini eftir nervunum.
- Tað vóru ov nógvir nervar, ið spældu inn. Vit byrjaðu illa og fingu ikki spælið at koyra. Tær servaðu væl, vit fingu ikki móttøkuna upp á pláss og høvdu tískil trupult við at koyra eitt gott álop, sigur hon.
Ein av orsøkunum til nógvu nervarnar sigur hon vera:
- Tað var harður tónleikur fram til beint áðrenn vit skuldu serva, tá ið tað bleiv púra friðarligt og vit føldu trýstið. Psykan var ikki nóg sterk, staðfestir hon.
Hon er tó rímiliga nøgd við kappingina sum heild.
- Vit vóru øgiliga væl nøgdar eftir Írland-dystin, hóast vit eiheldur tá spældu upp til okkara besta. Sum heild hevur kappingini tó riggað væl og vit hava lært nógv. Hetta er jú fyrstu ferð vit eru við í hesi kappingini, vísir hon at enda á.