Rannvá á Álandi umboðar Føroyar

Millum teir fimm byrsuskjúttarnar á komandi Oyggjaleikunum er Rannvá Eiriksdóttir, sum býr á Álandi. Maður hennara, sum er álendingur, vann gull á leikunum á Rhodos

BYRSUSKJÓTING

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar á Oyggjaleikunum á Álandi eina kvinnu við millum byrsuskjúttarnar. Tað er Rannvá Eiriksdóttir, sum er ættað úr Sundalagnum, men búsitandi á Álandi. So hon verður mestsum á heimavølli, kann sigast.

Maður hennara er álendingur, og hann er sjálvur so góður skjútti, at hann vann gull fyri Áland á Oyggjaleikunum á Rhodos fyri tveimum árum síðani. Bæði tvey hava tey verið við í kappingum í Føroyum, tá tey hava vitjað, so tey eru vælkend í føroyska skjótiumhvørvinum.

Upprunaliga var Rannvá meldað til í bæði skeet og sporting, men síðani er skjótingin hjá kvinnum í skeet dottin niðurfyri, tí ov fáar tilmeldingar vóru, so hon fer bara at skjóta í sporting.

 

Skjúttarnir væl fyri

Umframt hana eru so fýra menn á føroyska liðnum. Magni Dam og Jóannis Joensen eru við í skeet og Eirikur Elisson og Rúni Debes skjóta trap. Haraftrat eru Magni og Jóannis eisini við í sporting sum einstaklingar, umframt at Rúni verður saman við teimum í liðkappingini í sporting.

– Eg haldi, at vit hava eitt gott lið hesa ferð, sjálvt um saknurin sjálvandi er stórur av Mariusi Joensen, sum plagdi at vera toppskjútti, men er burturi og siglir og tí ikki fær komið við, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður í byrsudeildini í Skjótisambandinum.

– Vónirnar eru hampuliga góðar, tí okkara skjúttar eru væl fyri og venja dúgliga. Higartil hevur verið vant bæði í Sundalagnum og á Sandvíkum, men nú meira ferð kemur á venjingina, venja skeet-skjúttarnir í Sundalagnum og trap-skjúttarnir á Sandvíkum.