Rannvá B. Andreasen fyri seinastu ferð

Rannvá B. Andreasen hevur boðað frá, at hon í dag spælir sín seinasta dyst í eini glæsiligari yrkisleið

Rannvá B. Andreasen hevur váttað fyri Norðlýsinum, at hon í dag spælir sín seinasta dyst í bestu deildini. KÍ spælir í dag klokkan 15 móti HB í Gundadali í seinasta umfarinum í Beri deildini hjá kvinnum.

 

Áleyparin er klárt mest skorandi føroyski spælarin nakrantíð. Hon hevur samanlagt spælt 660 dystir og skorað 729, sigur samantelingin hjá Faroesoccer.com. Hon hevur spælt síðani 1995 og vunnið 23 meistaraheiti.

 

Rannvá B. Andreasen er blivin 42 ára gomlu og tað hevur verið misjavnt við spælitíð orsaka av skaðum í seinastuni. Hon hevur víst á, at endin er nær og nú er greitt, at hon spælir sín seinasta landskappingardyst í dag.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 1919008648257
2 NSÍ20133486206642
3 HB20133461243742
4 B3620114555203537
5 Víkingur2073104158-1724
6 07 Vestur2134142582-5713
7 EBS/Skála2031162577-5210
8 TB/FCS/Royn2004169103-944