Tíðindaskriv:
Rannvá Kunoy er við á framsýningin THE LONG NOW, sum er opin frá 5. november 2025 til 1. mars 2026. Framsýningin er í væl kenda og væl umtókta Saatchi Gallery, sum hátíðarheldur heili fýra áratíggjur við samtíðarlist.
Framsýningin er opin í fýra mánaðir, so møguleikarnir eru framúr góðir til at síggja verk hjá Rannvá í diaogi við aðra samtíðarlist.
Rannvá hevði ta sterku og serstøku listaframsýningina í Atlantic Airways Aviation Academy í juni í ár – ein heilt serlig framsýning har list og maskina møttust.
Nú kanst tú uppliva hennara verk í tvørfakligum dialogi við onnur samtíðar listaverk. Verk frá øðrum listagreinum, so sum video, standmyndalist, málingalist og innrætting.
Hetta er ein gyltur møguleiki at uppliva verkini hjá Rannvá í einum nýggjum, breiðum og altjóða høpi.










