Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Rannvá Olsen (myndin) var flúgvandi, tá hon og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen tóku móti greiða oddaliðnum, Holstebro í Nr. Snede høllini.
Ejstrup/Hærvejen tapti dystin 30-35 (12-17), men Rannvá var saman við Iben Due toppskjútti hjá heimaliðnum. Tær skutu átta mál hvør.
Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við 17 stigum. Tær hava fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, har liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg, Ydun hevur 12 stig.
Vár og Lív Zachariasen skutu trý mál hvør, tá tær, Elsa Egholm og liðfelagarnir í Ajax í Bavnehøj høllini vunnu 26-20 (15-9) á Roskilde.
Ajax er næstfremst í deildini við 30 stigum. AGF hevur 26 stig á triðja plássinum. Holstebro hevur 36 stig. Ajax kann í mesta lagi fáa 34 stig, og tí er Holstebro staðfestur vinnari av deildini, og flytur harvið beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý mugu spæla uppflytingardystir.










