Ransin: Eg havi rokkið tí sum røkkast kann

(Rás2) Ransin N. Djurhuus, fyrrverandi fótbóltsdómari vitjaði fótbóltspanelið hjá Rás2 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina fótbóltspanelið, sum var í seinna tímanum í SportBoxini á Rás2 í dag.

 

Tróndur Arge hevði vitjan av nú fyrrverandi fótbóltsdómaranum, Ransin N. Djurhuus.

 

Ransin N. Djurhuus ger greitt, at hann er ikki firtin inn á nakran, men hann kennir á sær, at hann kann ikki røkka meir sum dómari. Hann hevur dømt kring norðurlond, hann hevur dømt NM fyri U17-landslið, hann hevur dømt venjingardystir á La Manga í Spania, hann hevur dømt stóru dystirnar í Føroyum, og hevur eisini dømt steypafinaluna. Ransin N. Djurhuus er tí avkláraður um, at hann kann ikki røkka meira sum fótbóltsdómari.

 

Í samrøðuni kom Ransin inn á hvussu tað var at døma í bestu deildini, og hvussu dómaraleiðin hjá honum byrjaði. Givið er, at pápin, dómaralegendan, Nemus N. Djurhuus hevði stóra ávirkan á, at Ransin fór at døma.

 

Ransin N. Djurhuus dømdi í bestu fótbóltsdeildini í 11 ár, og er 36 ára gamal nú hann gevst við dømingini.