Raplandi vika hjá Barcelona

Hendan seinasta vikan hjá stórfelagnum Barcelona hevur verið alt annað enn nøktandi.

Tað hevur verið ein keðilig vika fyri stórfelagið FC Barcelona.

Fyrst fekk Barcelona eitt keypiforboð frá FIFA, sum er galdandi tvey tey næstu flytingarvindeyguni. Síðani reyk felagið út úr Champions League kappingini, tá liðið tapti móti arvafíggindunum úr Atletico Madrid. Og síðst tapti Barcelona útidystin í heimligu kappingini ímóti Granada.

 

 

Barcelona tapti útidystin móti Granada 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt Yasine Brahimi, tá 16 minuttir vóru leiktir.

 

Oddaliðið í deildini, Atletico Madrid spældi á útivølli grannauppgerð móti Getafe. Atletico Madrid vann dystin 2-0. Málini hjá Atletico Madrid skutu Diego Godin og Diego Costa. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Atletico Madrid at álopsleikarin Diego Costa mátti av vøllinum á børu, ímóti endanum av dystinum. Tað er ikki greitt enn, hvussu leingi Diego Costa er skaddur, men í fyrstu syftu sá skaðin álvarsamur út.

 

Real Madrid leikti á heimavølli móti Almeria. Real Madrid vann ein greiðan 4-0 sigur. Angel Di Maria, Gareth Bale, Isco og Alvaro Morata skutu málini fyri Real Madrid.

 

Barcelona og Real Madrid skulu spæla finalu í Copa Del Rey mikukvøldið.

 

 

Støðan millum trý tey fremstu liðini í La Liga, nú tað resta 5 umfør er hendan :

 

1. Atletico Madrid, 82 stig.

2. Real Madrid, 79 stig.

3. Barcelona, 78 stig.

 

 

 

Granada - Barcelona 1-0 (1-0)

1-0 Yasine Brahimi, 16.

 

Getafe - Atletico Madrid 0-2 (0-1)

1-0 Diego Godin, 40.

2-0 Diego Costa, 84.

 

Real Madrid - Almeria 4-0 (1-0)

1-0 Angel Di Maria, 28.

2-0 Gareth Bale, 53.

3-0 Isco, 56.

4-0 Alvaro Morata, 85.