Írar skulu á fólkaatkvøðu at taka støðu til fíggjarsemjuna, sum evrulondini samdust um herfyri, og sum millum annað skal tryggja støðugari fíggjarviðurskifti í evruøkinum og í ES sum heild.
Stjórnin í Dublin royndi at sleppa undan at leggja málið fyri fólkið, men hon hevur verið undir stórum trýsti frá andstøðuni, sum hevur kravt fólkaatkvøðu, tí at tær nýggju reglurnar skulu setast inn í landsins grundlóg.
Írland er tað einasta landið, har fólkið skal siga sína hugsan um tær nýggju reglurnar. Í Danmark verður eingin fólkaatkvøða, tí sambært løgmálaráðnum er tað ikki neyðugt at seta tær nýggju reglurnar inn í grundlógina.