Um 3-tíðina stevndu seks kajakkir inn á Sandavág, tær vóru farnar av Vestmanna beint fyri miðdag.
Seks írar hava í ár valt at rógva í kajakk í Føroyum. Tey hava tey seinastu sumrini ferðast nógv í kajakk, tey hava verið í Grønlandi, Kroatia, Korsika og hava eisini róð úr Spaniu til Norður-Afrika.
Í ár varð leiðin løgd til Føroyar, fýra av írunum eru komin við Norrønu, tveir komu loftvegis til Føroyar.
Seinnapartin mikudagin var lagt út av Kirkjubø, leiðin var fyrst løgd út í Hest, har dvølt varð eina løtu, áðrenn tey stevndu móti Koltri, í Koltri yvirnáttaðu tey í tjaldi í tvær nætur.
Síðani var leiðin løgd norður á Vestmanna, har eisini varð yvirnáttað.
Tey siga, at túrurin av Vestmanna til Sandavágs var eitt fantastiskt upplivilsi, tey vóru inni á Marragjógv, Rangagjógv, Byrgisgjógv, Oknadalsgjógv og høvdu róð undir stakkunum - undir Trøllkonufingri.
Í morgin verður leiðin løgd til Mykinesar, men hvussu verður í komandi viku er ikki fastlagt enn.