Hóast uppteljingin eftir fólkaatkvøðuna í Írlandi í gjár um fíggjarsáttmálan hjá ES ikki byrjar fyrr enn í morgun, hava stjórnarkeldur í Dublin longu latið leka út, at tað var greiður meiriluti fyri sáttmálanum.
Keldurnar siga fyri tíðindastovuni Reuters, at umleið 60 prosent atkvøddu fyri at staðfesta fíggjarsáttmálan, og at umleið 40 prosent atkvøddu ímóti. Tað almenna úrslitið kemur seinni í dag.
Írland er tað einasta ES-landið, sum valdi at leggja spurningin um fíggjarsáttmálan fyri fólkið at taka støðu til. Sáttmálin áleggur limalondunum at fáa skil á fíggjarpolitikkin, og hann skal eisini styrkja evruna.