Írar vitja samkomur kring landið

Seinni í hesum mánaðinum koma tveir írar higar at vitja í ymiskum samkomum kring landið.

Talan er um teir báðar Graham McCartney og Brendan McClaud, sum hava tað sum sítt kall at vitja tey londini, sum hava krossmerkið í fløggum teirra.
Søgan greiðir frá írum, sum løgdu frá landi sum trúboðarar, og komu við smáu bátum sínum m.a. til Føroyar. Sagt verður, at teir bóðu vind Heilaga Andans leiða teir hagar sum hann vildi.
Nú koma tveir írar aftrat higar, væl at merkja við nútíðar flutningsmøguleikum, men kortini sama boðskapinum. Teir  fara at vitja samkomur í Sørvági, Vestmanna, Havnini, Hoyvík, Miðvági, Klaksvík og í Skopun. Vitjanin byrjar 18 august og endar 27. august.