Rás 2 givið út app

Nú verður møguligt at lurta eftir útvarpsrásini í eini app

Í dag hevur nýggja útvarpið, Rás 2, givið út nýggja app, har Rás 2 hoyrist í bestu góðsku. Tað boðar útvarpsrásin frá í tíðindaskrivið.

 

Appin er fyrst og fremst ein avspælari, men tíðindi og lýsingar eru eisini á appini. 

 

Nú er eisini møguligt hjá lurtaranum at seta sín dám á Rás 2 við at velja sær løg á appini. Hesi løg vera javnan spæld á rásini. 

 

Afturat hesum eru alskyns upplýsingar og skrá at finna á nýggju appini. 

 

Tað eru Sp/f Lunnar, sum hava ment appina, sum riggar á øllum iOS og Android telefonum og teldlum. Appin riggar eisini væl í bilinum. 

 

Rás 2 eggjar øllum at taka appina niður, tí har hoyrist Rás 2 í bestu góðsku - við einum klikki. Meira fæst at vita á ras2.fo