Rás2 kannar orsøkina til vánaliga PISA úrslitið

Eru føroysk børn býttari enn onnur, lærararnir dovnari og foreldrini líkasælari?

- Eru føroysk børn býttari enn onnur børn, eru føroyskir lærarar dovnari enn aðrir lærarar og eru føroysk foreldur líkasælari enn foreldur í øðrum londum.

 

Umstrídda Pisa kanningin er evnið, tá ið Óli Breckmann bjóðar til beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

At kjakast um evnið hevur Óli Breckmann viðkomandi fólk í Rásarúmið, nevniliga Claus Reistrup,  fulltrúi á Vitanardeildini og Próvstovuni í mentamálaráðnum, Káru Heinesen, serlærara, Astrið Breckmann, lærara og Randi Kúrberg, lærara.

 

- Sum onnur fólkasløg, elska føroyingar at klára seg væl í altjóða kappingum, staðfestir Óli Breckmann.

 

- Hygg bara at svimjingini nú um vikuskiftið og komandi EM í svimjing, har viteru við.

 

- Og hvussu fer landið ikki upp á gos, tá landsdystur í fótbólti er, serliga tá vit fáa eitt mál - fyri ikki um at tala, tá Føroyar vinna ein dyst.

 

Tá ið talan er um úrslit í ítrótti, hevur fólkagrundarlagið avgerðandi týdning fyri, hvussu væl eitt land klárar seg.

 

- Men PISA-úrslitini skuldu ikki staðið ella fallið við, um vit føroyingar telja 50 milliónir ella 50.000 fólk.

 

- Í PISA-’kappingini’ skuldu vit havt javnbjóðis møguleikar við øll onnur lond, stór sum smá, leggur hann afturat.

 

Og í kjaksendinginini í dag verður leitað eftir orsøkum til at Føroyar liggja í niðaru helvt av teimum 65 londunum, sum vit ‘kappast’ ímóti.

 

Nakrir spurningar, sum verða reistir, eru:

 

- Doyvir tað bragdarhugin hjá føroyingum, at vit hava so ilt við at røkka betri útslitum í PISA, ella kann tað gera tað sama.

 

- Brúka tey fremstu londini í PISA-høpi snildur, ‘screening’ og tílíkt, sum vit føroyingar ikki duga?

 

- Gera Føroyar nóg mikið til at lyfta ovara og niðara enda av okkara ungdómi, so at hann í meðal verða betur førur fyri at klára seg væl í skúlanum?

 

- Er skúlin innrættaður meiri til gentur enn dreingir. Ella skuldu vit kanska havt fleiri privatskúlar og hevði tað elvt til harðari kapping imillum skúlarnar við tí úrslitið, at førleikastigið hækkaði.

 

- Ella eru vit bara so la-la, at best man vera sum er, spyr Óli Breckmann tey fýra fólkini við pallborðið.