Umsíðir eydnaðist monnum frá R2-net at fáa sendaran á Eggjarkletti í Nólsoy aftur at senda.
Tað var í toruslátrinum í gjárkvøldið, at sendarin hjá Rás2 slóknaði. Sendarin á Eggjarkletti er høvuðssendarin hjá Rás2, tann sendarin, sum føðir allir hinar. Tí hevur rásin bara verið at hoyrt á netinum.
– Har var alt sligið frá, sum kundi sláast frá, sikringar og relé og alt annað, sigur Petur Jacobsen frá R2-net.
Sendarin í Nólsoy sendir aftur, og enn er ikki greitt, um allir hinir gott 20 sendararnir eru farnir at senda. Men, tað fara teir í øllum førum nakað skjótt, sigur Petur Jacobsen.