Rás2 verður aftur á staðnum sunnudagin 14. juni. Vit senda beinleiðis av Vaglinum í Havn, tá heiðursløtan verður fyri tí fantastiska føroyska fótbóltslandsliðnum, sum hevur vunnið á evropameistarunum frá 2004, Grikkalandi tvær ferðir á rað. Tróndur Arge verður staddur á Vaglinum.
Heri Simonsen verður staddur í Rásarúminum í Vágsbotni, og hann byrjar sendingina á Rás2 klokkan 14.30.
Lurtarar kring alt landið kunnu smsa inn eina heilsan til føroysku fótbóltshetjurnar á 559999. Væl møtt á Vaglinum, har veðurforsøgnirnar eru góðar.