Eftir klokkan trý í dag, fer tað einans at snúgva seg um landsdystin í móti Týsklandi í kvøld á Rás2.
Heri Simonsen hevur í hesum sambandi hitt Sepp Piontek, sum føroyingar flestir kenna best sum venjari hjá danska landsliðnum. Men Sepp Piontek hevur eisini spælt seks landsdystir fyri Vesturtýskland, sum hann fer at greiða frá.
Harnæst var hann eisini verið venjari hjá Turkalandi, sum spældi landsdyst í móti Føroyum í 1991. Umframt tað hevur Sepp Piontek verið landsliðsvenjari hjá Grønlandi, tá teir spældu ein nógv umrøddan politiskan landsdyst í móti Tibet.
Hetta prátið verður at hoyra í tímanum millum trý og fýra. Millum fýra og fimm skiftir Heri Simonsen orð við tveir tilkomnar havnarmenn, sum sóu HM-endaspælið í 1974. Hesir upplivdu eisini finaluna millum Vesturtýskland og Holland, og fara at greiða frá hesum upplivingunum.
Eftir klokkan fimm verður Tróndur Arge í Rásarúminum, og saman við Símun Samuelsen fer hann at varpa beinleiðis ljós á dystin og tær upplivingarnar, sum vera á Tórsvølli í kvøld.
Við øðrum orðum er talan um drúgva og spennandi fótbóltsupptakt á Rás2, inn til landsdystin í kvøld, sum Tróndur Arge fer at siga frá klokkan 19.45.