Rás2 sigur frá Finnland-Føroyar

Sendingin byrjar klokkan 18.50

Í kvøld verður landsliðsfótbóltur á Rás2, sum hoyrist á FM 98,7, FM 88,7 og á midlar.fo. 

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum Finnland-Føroyar, sum byrjar klokkan 19.45. Heri Simonsen hevur upptaktssending frá klokkan 18.50 við upptaktsprátum og landsliðstónleiki. Aftaná dystin verður "3. hálvleikur" við samrøðum, fyrst úr Helsinki, har menn hava verið í leiki.

 

Tað ber eisini til at fylga dystinum her á in.fo.