Rás2 sigur frá FM-finalunum í hondbólti

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá hvør sínari FM-finalu

Royndu og hollu frásøgumennirnir hjá Rás2, Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá FM-finalunum í hondbólti.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá FM-finaluni hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 18.30 í kvøld, og Tróndur Arge fer at siga frá FM-finaluni hjá monnum millum H71 og VÍF, sum byrjar klokkan 20.15 í kvøld.

 

Hondbóltssendingin á Rás2 byrjar klokkan 18 í kvøld.