Hondbóltur verður aftur á skránni á Rás2 í kvøld.
Klokkan 20 í kvøld fer Tróndur Arge at siga frá dystinum í innleiðandi bólki 2 hjá monnum í Coca Cola steypakappingini millum VÍF og Neistan.
Aftaná fyrsta umfar hevur VÍF tvey stig. Neistin hevur eitt stig. KÍF hevur somuleiðis eitt stig, meðan Team Klaksvík einki stig hevur.
Øll kunnu lurta eftir dystinum á www.midlar.fo. Til ber eisini at lurta á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. kemur út á in.fo seinni í kvøld.