Rasarakoyring á Røntguni

Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um skilaleysa koyring í miðbýnum í Havn. Talan var um tveir bilar, ið koyrdu rasarakoyring eftir Røntguni. Løgreglan fór út og fekk eitt prát við førararnar. Av tí, at politiið ikki sá ungu førararnar koyra ov skjótt, varð eingin bót skrivað.
? Ofta ræður tað bara um at fáa bilførararnar at hugsa seg eitt sindur betri um, áðrenn teir traðka á speedaran, sigur vakthavandi í Havn.