Rasisman hóttir okkum

Rasisman er ein nógv størri hóttan móti svenska samfelagnum enn terrorisman. Álopið í desember loypir ótta á sviar. Vandin er, at ræðslan verður fremmandahatur, sum rakar nógv meinari enn yvirgangsatsóknin. At svensku borgararnir hyggja skeivt at hvør øðrum og óttast grannan. Eitt samfelag, sum ikki er merkt av demokrati, opinleika og tolsemi, men er afturlatið og avbyrgt. Tí samfelagnum stríðist Lars Ohly, formaður í svenska Vänstrepartiet, ímóti. Yvirgangsatsóknina í desember í fjør, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina á eini gongugøtu í Stockholm, nívir politikaran

Seinnapartin 11. desember í fjør gekk 29 ára Taimour Abdulwahab al-Abdaly á Bryggargatan í svenska høvuðsstaðnum Stockholm. Taimour Abdulwahab al-Abdaly varð føddur í Irak og gjørdist svenskur ríkisborgari fyrst í nítiárunum. Hann hevði lisið fysioterapi á lærda háskúlanum í Luton í Onglandi, giftist í 2004 og fekk trý børn.
Tað var seint seinnapartin, at Taimour Abdulwahab al-Abdaly var ávegis móti miðstaðarøkinum í svenska høvuðsstaðnum. Sentrum. Har nógv fólk vóru savnað. Men svenski irakin hevði ikki somu ætlanir, sum hini fólkini høvdu henda dagin í Stockholm. Hann vildi drepa og særa so nógv fólk sum gjørligt. Børn, kvinnur og menn. Øll.
Tí bar hann ein ryggsekk við við sjey rørbumbum í, umframt eina rúgvu av seymi. Men, sum svenski krimihøvundurin Henning Mankell skrivar í einum bloggi í Politikken, gekk okkurt galið hjá Taimour Abdulwahab al-Abdaly ella var hann reinur amatørur. Ein bumba brast í ryggsekkinum. Eitt fólk lat lív. Taimour Taimour Abdulwahab al-Abdaly sjálvur. Men tað kundi endað verri, í einum vanlukkuligum sorgarleiki.

Óttast fremmandahatur
- Eitt slíkt álop ræðir okkum. Eg varð bangin. Míni børn kundu verið á gøtuni tá. Tað sama kundi eg. Vit gjørdust øll bangin.
Orðini eigur Lars Ohly, formaður í svenska Vänstrepartiet. Hann var skjótur úti og fordømdi álopið. Nú, ein mánað eftir yvirgangsatsóknina, hitti Sosialurin hann uttan fyri Fundarhøli 1 í løgtinginum. Ein samrøða, sum varð avtalað í sambandi við, at norðurlendsku brøðraflokkarnir møttust í Føroyum.
- Vandin er, at ræðslan endar sum fremmandahatur, sum kann raka nógv meinari enn yvirgangsatsóknin. At vit fáa eitt samfelag, har vit hyggja skeivt at hvør øðrum og óttast grannan. Eitt samfelag, sum ikki er merkt av demokrati, opinleika og tolsemi, men er afturlatið og avbyrgt. Men tað ynski eg ikki. Okkara uppgáva er tí at møta yvirgangsatsóknum sum hesum, við at verja tað opna og tað demokratiska. Og tá er tað meiri enn nakrantíð umráðandi og avgerandi, at vit ikki skera øll yvir ein kamb. At við ásanna, at tað ikki eru muslimar sum eru hóttanin í Svøríki. Fólk, sum hava eina ávísa útsjónd ella koma frá einum ávísum landi ella hava eina ávísa bakgrund, eru ikki ein størri hóttan enn onnur. Soleiðis er tað ikki. Trupulleikin eru tey, sum ynskja, at samfelagið skal vera afturlatið og ódemokratiskt. Og her finnast nakrir víðgongdir bólkar og einstaklingar, muslimskir eins væl og aðrir, sum kunnu vera vandamiklir, tí teir eru fanatiskir og sum ikki kenna nøkur mørk. Rasisman er ein nógv størri hóttan í Svøríki enn terrorisman. Rasisman skapar trupulleikar og ger tað truplari at liva saman, sigur Lars Ohly.

Hetta hendir í okkara heimi
Hann dugir hinvegin ikki at svara, hví yvirgangsatsóknin hendi júst í Svøríki og júst tá.
- (Tað er trupult at siga, hví álopið hendir í Svøríki). Men bumban var ikki partur av einari gjølla planlagdari aktión. Tað tóktist rættiliga tilvildarligt. Atsóknin miseydnaðist eisini. Nú skulu vit ikki vera ov skrásikkur, men eg haldi, at tað bendir nógv á, at tað var eitt einsamalt menniskja, sum var komið ógvuliga skeivt fyri í lívinum. Tí haldi eg ikki, at Svøríki er meiri hótt eftir hetta. Og tí skulu vit heldur ikki leggja ov nógv í tilburðin og óttast, at tað verður gerandiskostur hjá okkum. Hinvegin mugu vit eisini minnast til, at slíkt hendir í einum heimi, sum er merktur av stórum mótsetningum, ger Lars Ohly greitt.
Ein flokkur, sum hevur gagnnýtt øktu mótsetningarnar í svenska samfelagnum, er Sverigedemokratarna. Í fjør fekk flokkurin fyri fyrstu ferð umboð í svenska tingið, Riksdagen. Tað var eitt stórt vónbrot fyri Lars Ohly, sum heldur ikki hóvar politikkin, norska stjórnin við Frederik Reinfeldt á odda, førir.
- Hansara politikkur økir um órættvísi í samfelagnum. Hansara politikkur ger tey ríku ríkari og fátøku fátækari. Mótsetningarnir økjast alsamt. Og í slíkum politiskum umhvørvi kunnu rasistarnir vinna atkvøður. Tí er høgravendi politikkurin ein trupulleiki hjá okkum, sum stríðast móti rasismu. Sverigedemokratarna royna at gera sær dælt av terroratsóknini og framprovokera mótsetningar, og tað er møguligt, at teir í eitt stutt tíðarbil kunnu vinna eitt sindur upp á atsóknina. Óttin er jú har og tað kunnu Sverigedemokratarna spæla upp á. Men óttin er altíð tað seinasta, sum skal brúkast, tá skilagóðar politiskar avgerðir skulu takast. Tí er tað meiri umráðandi enn nakrantíð, at vit standa saman og siga nei. Vit ynskja opinleika og tolsemi, ongar generaliseringar og ongan fremmandahatur. Tað er ikki rúm fyri rasismu í okkara samfelag, sigur Lars Ohly.

Mugu ikki avbyrgjast
Sambært honum hevur yvirgangsatsóknin ikki ávirkað gerandisdagin í svenska samfelagnum stórvegis.
- Tað er tíverri soleiðis, at Svørríki hevur upplivað atsóknir, sum vóru verri enn hesar. Her hugsi eg fyrst og fremst um morðið á Oluf Palme og morðið á uttanríkisráðharran Annu Lind. Tá øktiskt trygdin og eftiliti munandi kring politikkarar. Eg haldi ikki, at vit skulu vera naiv og siga, at tað ongantíð fer at henda okkum nakað, um vit avtaka øll trygdarkrøv, men eg haldi, at øll trygdin og tað, sum fylgir við, skapar eina fjarstøðu millum politikkarar og fólki. Eg varð ógvuliga fegin, tá trygdarløgreglan gjørdi av, at mær ikki nýttist lívverjar. Tí eg vil sleppa út, eg vil koyra buss og eg vil práta við vanlig fólk. Við hóttanunum og atsóknunum er vandi fyri, at vit avbyrgja politikkarar og skapa eina stætt, har politikkararnir eru avbyrgdir frá teimum, sum teir í roynd og veru skulu umboða. Tað vil eg ikki. Vit skulu ikki vera naiv og seta okkum í óneyðugan vanda, men vit mugu heldur ikki yvirdríva. Vit mugu líta á, at løgreglan og trygdarløgreglan gera sítt arbeiði til lítar, og vit mugu sleppa at møta fólki andlit til andlit, sigur Lars Ohly, sum á ongan hátt ynskir at lata hóttanir stýra sínum hansara gerandisdegi.
- Vit vita ikki hvørjir persónar og hvørjir bólkar leggja slík álop til rættis. Eingin, ikki eingongd trygdarløgreglan, roknaði við hesum álopinum. Eingin hevði roknað við hesum. Tí kann eg ikki vísa aftur, at har eru hóttanir, men vit kunnu ikki ganga runt og vera bangin. Tá er tað, at vit handla skeivt. Óttin stýrir okkum skeivan veg. Tí eiga vit at spyrja okkum sjálvi, hvat við vinna við at minka um opinleikan? Tað er opinleikan, vit skulu verja. Demokratiska samfelagið skal verjast móti ódemokratiskum gerðum. Spurningurin er, um vit verja tað best við at minka um demokratiið, ella við at standa saman um tað.
Tað er ikki bara idelogi. Tað er eisini politikkur sum kann og skal førast út í verki. Bukka vit undir og minka um opinleikan, tí kríggið í móti terrorismu krevur tað, so hava vit longu tapt eitt slag og terroristar hava vunnið ein sigur. Og tann sigurin ynski eg hvørki at geva terroristum ella øðrum fanatikarum nakrastaðni, ger Lars Ohly greitt.

-----------

FAKTA:
Navn: Lars-Magnus Harald Christoffer Ohly
Føddur: 13. januar 1957
Familja: Heldur saman við Åsa Hagelstedt, sum er 18 ár yngri og hevur tvey børn frá einum øðrum hjúnarlagi.
Starv: Formaður fyri Vänstrepartiet og limur í svenska Riksdagen
Fyrrverandi størv: Er gamal tokførari og kommunistur og seinni skrivari hjá Vänstrepartiet, áðrenn hann gjørdist tinglimur fyri flokkin.
Politiskar hugsjónir: Tók við sum formaður í 2004 og segði seg framvegis vera kommunist, men árið eftir gavst hann við hesum. Samstundis gjørdi hann tó greitt, at hann altíð fór at stríðast fyri einum stættarleysum samfelag. Ohly hevur framvegis umstrídd politisk sjónarmið. Í samband við eina valsending í 2006 vísti hann longu tong – við øðrum orðum segði hann fuck you – móti einum politiskum viðmerkjara. Og áðrenn eina sjónvarpssending í fjør, sítti Ohly at fara í sminkurúmið, meðan formaðurin fyri Sverigedemokraterna var har.