Raskur veiðimaður úr Ummannaq

- Grundin til at vit so ofta eru í Føroyum, er at børnini sleppa at vera børn og ikki bara barnaheimsbørn. Tað er tað týdningarmesta við at ferðast við børnunum, og sjálvandi er tað stuttligt, at Rasmus fekk ein so stóran tosk, sigur Ann Andreasen, leiðari á barnaheiminum í Ummannaq

Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu


Seinastu vikurnar hevur eitt 35 fólk stórt ferðalið úr Grønlandi verið í Føroyum og vitja. Í ferðalagnum vóru 35 fólk. 22 børn og 13 vaksin. Ferðalagið er úr kommununi Ummannaq í norðurvestur Grønlandi. Børnini eru millum 8 og 26 ár og búgva øll á barnaheiminum í Ummannaq.

- Vit hava ferðast víða, bæði í Fraklandi og New York, har vit t.d. sigldu á Hudson River, men vit royna at koma til Føroyar á hvørjum árið. Børnini eru ikki altíð tey somu, tí øll børnini skulu sleppa at hyggja seg um. Í ár hava vit fyrst og fremst verið í brúdleypi hjá Alisu Hammer, sum hevur arbeitt á barnaheiminum í trý ár, greiðir Ann Andreasen frá. Ann Andreasen hevur arbeitt á barnaheiminum í Ummannaq í 23 ár nú, og henni dámar væl har.

- Hvørja ferð vit eru og ferðast, koma børnini hjartans fegin heimaftur. Vit eru ein familja og sum allar aðrar familjur dámar okkum væl at síggja heimin, men tá vit er hjá grannanum, síggja vit eisini hvussu grønt okkara gras er, staðfestir Ann.


Sambandið við Føroyar

Hóast Ann hevur búð leingi í Grønlandi hevur sambandið heim til Føroyar ongantíð verið brotið, og púra vanligt er at fólk undir námsfrøðingaútbugving koma á barnaheimið í Ummannaq í starvsvenjing. Eisini hava børn úr Føroyum ofta verið og vitja, og so seint sum í fjør var ein sjeyndi flokkur úr Hoyvíkarskúla og vitjaði barnaheimið.

- Okkum dámar væl í Føroyum, tí her eru dyrnar altíð opnar fyri fólki. Gestablídni er altíð sera gott her heima og her er eisini trygd, so vit kunnu ganga frítt her og altíð eru fólk hjálpsom, men Grundin til at vit so ofta eru í Føroyum, er at børnini sleppa at vera børn og ikki bara barnaheimsbørn. Tað er tað týdningarmesta við at ferðast við børnunum, og sjálvandi er tað stuttligt at Rasmus fekk ein so stóran tosk, sigur Ann Andreasen


Toskurin

Í farnu viku var ein stórur partur av ferðalagnum norðuri í Klaksvík. har vóru tey so heppin at sleppa út at fiska við bátinum Komet. 11 ára gamli Rasmus Alataq var enntá so dugnaligur at fáa størsta fiskin, ið er veiddur umborð á hesum báti. Toskurin vigaði 15,2 kg og var 120 cm langur. Hann var sera fegin um fongin, og hini umborð tímdu ikki at fiska meira, tí nú bar ikki til at kappast um størsta fiskin longur.


Nógvar verkætlanir

Á barnaheiminum í Ummannaq royna tey altíð at hava nógv jørn í eldinum, og ferðirnar eru ikki tey einasta forkunnuga tey gera.

- Ein verkætlan hjá okkum er ein støð, vit hava sett upp, har tey børnini, sum ikki eru so sterk bókliga, við nýmótans tøkni sleppa at kanna sítt egna land viðvíkjandi fólkið, mentan, náttúru og veðurlagið. Hetta verður m.a. gjørt við praktiskum kanningum av ísi. Hetta sær út til at hjálpa børnunum við at gleðast um sín grønlendska samleika, samstundis sum tað er sera gott fyri sjálvsvirðingina hjá børnunum, sigur Ann Andreasen

Leygardagin fór størsti parturin av ferðalagnum til Grønlands, eftir at hava verið ein túr á Summar Festivali fríggjadagin.