Rasmus Effersøe seldur til Uruguay

Fyri aðru ferð síðan 1984 er fyrrverandi djúpvatnstrolarin Snoddið seldur av landinum. P/F Deep Sea Ltd á Tvøroyri, sum eigur veiðiloyvi hjá skipinum, hevur enn ikki gjørt av, hvussu felagið fer at brúka rættindini hjá Rasmusi Effersøe, sum var navnið á skipinum seinastu árini

Skipavinna

 

Djúpvatnstrolarin Rasmus Effersøe er ikki longur í føroyska fiskiskipaflotanum, men er seldur til Uruguay í Suðurameriku. Tað er nú ein tíð síðan, at skipið varð selt og seinastu ferð loysti í Føroyum.

Tað var eitt felag á Toftum, sum upprunaliga læt skipið smíða í Noregi í 1984. Skipið fekk navnið Snoddið.

Hetta var árið eftir, at djúpvatnstrolarin Rankin á Tvøroyri í 1983 hevði gjørt eitt rættiliga gott ár, har skipið við navnframa Sonna Johannesen sum skipara fiskaði meira enn 3.000 tons.

Hóast Sonny fekk Snodda at føra, vísti tað seg ikki, at Snoddið var líka góður til at ”snodda” eftir fiski, sum Rankin var.

Í nøkur ár var skipið heimahoyrandi á Toftum, men endaði síðan í Íslandi, har tað fekk navnið Haukur.

 

Síðan 2001

P/F Deep Sea Ltd. á Tvøroyri keypti skipið aftur til Føroya í 2001 og gav tí navnið Rasmus Effersøe.

Gongdin hjá fleiri djúpvatnstrolarum hevur verið trupul í longri tíð, og soleiðis hevur eisini verið torført at fingið lønandi rakstur í hesa vinnu.

Fyri eini tíð síðan tók felagið á Tvøroyri avleiðingarnar av hesum og seldi skipið.

Gudmund Mortensen, reiðari, sigur, at felagið framvegis eigur veiðiloyvi hjá Rasmussi Effersøe, men enn er ikki gjørt av, hvussu hetta skal brúkast.

- Vit eiga hetta loyvi, og sum tíðin gongur, fáa vit at síggja, hvat loyvið skal brúkast til, sigur Gudmund Mortensen.