Rasmus Hagen klokkan 16:00!

Omanfyri 100 milliónir stroymingar tala eins klárt, sum vakra røddin hjá unga svianum.

Rasmus Hagen kemur úr Stockholm í Svøríki og hann hevur í eitt gott tíðarskeið verið ein av mest spældu svensku tónleikarunum á so at siga øllum pallum. Á stroymingartænastunum hava hansara sangir omanfyri 100 milliónir spælingar.

 

Rasmus Hagen varpar gjøgnum hansara tónleik ljós á styrkina í bæði at verða viðbrekin og sterkur tá tað kemur til at syngja um kærleika og kenslur. Hansara tekstir eru naknir og dylja einki. Skrivaðir úr sannleikanum og leggja ikki lok á ræðslu og spenning. Við stílfullum pop-akkustiskum stemningi megnar Rasmus Hagen at gera sín tónleik lættan og viðkomandi at lurta eftir uttan mun til aldur, kyn ella bakgrund. Við einum brennandi ynski um at hugvekja, ynskir Rasmus Hagen samstundis at minna fólk á at tað er í lagi at vera viðbrekin.

 

Rasmus Hagen fekk veruliga vind í seglini í 2017 við fløguni ”Fraction”. Feskasta tilfarið hjá honum er hansara album ”Love & Hurt”. Tað hevur m.a stórhittið ”If you`re hurting”, sum longu er spælt meir enn 50 milliónir fer – einans á Spotify.