Rasmus Søby: Ein sera strævin dystur

(FM1) Rasmus Søby staðfestir, at tað skulu nógvar kreftir til fyri at knógva KÍF hetta kappingarárið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hildarsson gjørdi við sjeymálsskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby beinleiðis á FM1 aftaná Rasmus og liðfelagarnir høvdu vunnið 26-23 (12-11) á KÌF í høllini í Kollafirði.

 

Rasmus Søby heldur, at talan var um ein ógvuliga strævnan dyst. Hann ásannar, at eitt lið skal brúka nógvar kreftir fyri at vinna á KÍF. Hann heldur ikki KÍF er at kenna aftur í mun til farna kappingarár.

 

Rasmus Søby viðgongur, at aldurin merktist í seinna hálvleiki, har hann heldur hugsaði um at spæla liðfelagarnar fríar enn at skjóta sjálvur.

 

HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin. 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hans Eli Sigurbjørnsson hjá KÍF.