Populariteturin hjá danska sangaranum fær ongan enda. Nú hevur hann selt yvir 100.000 eintøk av aktuellu Mer end kærlighed, sum harvið fær 5-dupult platin.
Í heili átta vikur, síðani fløgan kom á marknaðin, hevur Rasmus Seebach ligið ovast á sølulistanum í Danmark, og í síðstu viku keyptu 13.396 danskarar aftrat fløguna, sum nú hevur selt umleið 105.000 eintøk.
Tað er nú møguleiki fyri, at seinna fløgan hjá sangaranum kemur uppá støðið hjá fyrstu fløguni, sum hevur selt heili 220.000 eintøk, og harvið fingið 11-dupult platin.
Rasmus Seebach fer á rundferð í februar og mars, og longu nú eru helmingurin av konsertunum útseldar.
Rasmus Seebach var í summar gestur á Summar Festivalinum, og hóast regn og vindur herjaði undir framførsluni, so megnaði hann at geva føroyingum eina ógloymandi løtu.