Rasmus var tann stinnasti

Rasmus Effersøe vann innandurakappingina fyri fiskimenn í ítróttarhøllini á Tvøroyri leygardagin.

Sosialt tiltak

Tá ið teir, sum sigla við Rasmus Effersøe einaferð verða troyttir av at sigla, er tað ikki vist, at teir kunnu velja sær fótbólt til nýggja vinnu.
Men at teir eisini eru stinnir at sparka, vístu teir til fulnar í ítróttarhøllini á Tvøroyri leygardagin.
Leygardagin varð skipað fyri innandura fótbóltskapping fyri fiskimenn í Suðuroynni og tá læt manningin á Rasmus Efferøe ongan iva vera um, hvørjir fiskimenn duga best at sparka.
Teir vunnu kappingina og fyri tað fingu teir heiðursmerki um hálsin og eitt stórt ferðasteyp, sum Føroya Banki hevði latið.
At fiskimenn hittast til fótbóltskapping innandura nú á nýggjárinum, hevur verið eitt vanligt sosialt tiltak norðanfjørðs í nøkur ár.
Men í ár tóku so eisini suðuroyingar seg saman og skipaðu fyri eini kapping.
Hóast hugskotið kom knappliga og skotbráið tískil var stutt, høvdu 20 lið av 12 skipum meldað seg til kappingina. Sostatt høvdu fleiri skip manna tvey lið. Tað hevði Rasmus Effersøe eisini og teir, sum vunnu, vóru Rasmus 1. teir vunnu allar sínar dystir, uttan ein ímóti Niela Paula, sum endaði við javnleiki.
Men fyrireikararnir siga, at tað vóru nógvir, sum ikki vistu av kappingini, fyrrenn freistin at melda til var farin og kappingin varð løgd til rættis so at tað var ov seint at broyta hana.
? So høvdu vit havt stundir at lýsa kappingina betri, høvdu nógv fleiri lið melda til, siga fyrireikararnir.
Aftaná lokna kapping, fingu spælararnir døgverða, so teir fingu eisini eitt gott kvøld burturúr tí.

Afturvendandi tiltak
Tiltakið var so væl eydnað, at teir ivast ikki í, at tað verður endurtikið næsta ár.
Tað, sum kanska kom mest óvart á, var, hvussu nógvir áskoðarar vóru í høllini allan dagin, kappingin vardi, nógv fleiri enn tað plaga at vera til vanligar ítróttarkappingina.
Fyrireikararnir siga, at næsta ár umhugsa teir at taka pening fyri atgongumerkini og at lata tað, sum kemur inn, fara til okkurt vælgerðandi endamál.
Hvør dystur vardi í fimm minuttir, men í finaluni varð spælt tvær ferðir fimm minuttir.
Í aðrari halvfinaluni vann Rasmus 1 heili 6-1 á Grana og í hinari vann Brestir 2-1 á Niels Paula eftir eitt gylt mál í longdari leiktíð, eftir at vanligi dysturin var endaður 1-1.
Í finaluni lótu teir á Rasmussi ongan iva ver um úrslitið, tí teir vunnu 3-0 á Bresti.
Dystin um 3. plássið vann Grani 4-3 á Niels Paula. Eisini hesin dysturin varð avgjørdur av einum gyltum máli í longdari leiktíð, eftir at vanligi dysturin var endaður 3-3.
Í kappingini fingu spælararnir seg royndar, tí teir, sum komu í finaluna, spældu ikki færri enn 10 dystir hendan dagin.