Ærast tann ið ærast vil!

Hans Eiler Hammer
Sóknarprestur
?????
Tað er áhugavert at lesa grein í sosialinum hin 7.mai 2005 um konfirmatiónir í Mikladals kirkju í 1825, sum Andrass F. Joensen hevur skrivað!
Tó er tað undrunnarvert, at Andrass F. Joensen hevur skrivað eina slíka grein uttan at hava tosað við prestin, sum hann metir hevur mistikið seg í hesum máli! Sum skilst hevur Andrass F. Joensen tosað við fleiri onnur um hetta mál, ístaðin fyri rætta viðkomandi! Men ærast hann ið ærast vil fyri at koma við "røttum" árstølum! Eisini undrast undirritaði yvir at Sosialurin setur hesa grein á prent, uttan at biðja um eina viðmerking frá undirritaða, sum bar skeivt árstal fram undir prædiku síni Páskadag í ár. Tí varð biðið um eina viðmerking, so slapst undan hesi grein.
Undirritaði vil tó gera vart við, og eisini upplýsa Anndrass F. Joensen um, at sambart teimum kirkjubøkrum sum undirritaði í dag hevur atgongd til, so hevur eingin konfirmatión verið í Mikladals kirkju í tíðarskeiðinum 1893 - 2004.
Blaðfólk á Dimmu hevði áðrenn konfirmatiónina Páskadag gjørt sær gjøllan ómak at kanna eftir í kirkjubókun-um á Landsskjalasavninum um nær seinasta konfirmatión var í Mikladals kirkju. Hon kom fram til 1799. Hetta stóð at lesa í Dimmalætting fáar dagar undan konfirmatiónini Páskadag 2005. Eina tøkk skal hon her hava fyri tann ómak hon gjørdi sær! Hetta var til stóra hjálp fyri undirritaða í fyrireikingunum til konfirmatiónina, sjálvt um árstalið nú vísir seg at verða skeivt!
Andrass F. Joensen hevur eftir øllum at døma verið vitandi um árstalið 1799 ÁÐRENN konfirmatiónina páskadag. Tí sum kunnugt var ein av konfirmantunum henda Páskadag ein sum Andrass F. Joensen sjálvur er abbabeiggi til. Tí er tað undrunnarvert at Andrass F. Joensen kemur við hesi rætting nú? Hann hevur havt fleiri høvi til at rætta hetta yvir fyri teimum sum hava rættingina fyri neyðuni. Tí er tað neyvan av tilvild, at Landsskjalasavnið drálar við at senda undirritaða umbidna avritið av kirkjubókini úr Norðoya Kirkjubók 1817 -1832 av konfirmantum í Mikladals kirkju, sama tíðarskeið, til greinin hjá Andrass F. Joensen HEVÐI staðið uppá prent! Tí sum kunnugt hevur Andrass F. Joensen dagliga tætt tilknýtið til Landsskjalasavnið!
Trupulleikin við hesum yvirlitið er tó, at tað vísir ikki 8 konfirmantar, sum Andrass F. Joensen vil verða við, men bert 4 konfirmantar, 2 dreingir og 2 gentir. Dreingirnir eru: Johan Joensen, Trøllanes og Johannes Hansen, Mikladal. Genturnar eru: Malena Simonsdatter, Trøllanes og Ellen Joensdatter, Mikladal.
Men av tí at endamálið hjá undirritaða ongantíð var árstalið í sær sjálvum tá eg nevndi hetta í prædikuni, men bert at vísa á, at páskadagurin 2005 uttan iva fór at verða ein hin størsti fagnaðardagurin í Mikladals kirkju í mannaminnir, vil eg ikki gera meira við hetta mál. Tí hetta var dagurin sum okkara trúføstu kirkjutænarar í Mikladals kirkju gjøgnum ein mannsaldur vónaðu at uppliva, men sum teir tó ikki fingu at uppliva. Teir vóru báðir sum ein opin søgubók og kundi eingin teirra minnast nakra konfirmatión í Mikladals kirkju. Heldur ikki høvdu teir hoyrt teirra forfedrar tosað um nakra konfirmatión í Mikladals kirkju! Tí var tað at vit mettu at tað var ikki óhugsandi at 1799 var tað rætta árstalið, men so var ikki. Men ærast tann, ið ærast vil!