Eftir at hann ikki hevur skorað í nærum eitt ár, slapp Raúl aftur á málskjúttaralistan, tá Real Madrid í gjár spældi Champions League dyst. Real Madrid vann 5-1 á Dynamo Kiev, og við tveimum av málunum skeyt Raúl seg ovast á listan yvir málskjúttar í CL-søguni. Raúl hevur nú skorað 53 mál í fremstu europisku kappingini. Nummar trý á sama lista er Ruud van Nistelrooy, sum somuleiðis spælir í Real Madrid, og sum somuleiðis skoraði tvær ferðir í gjárkvøldi.