RAV4 nýggjur frítíðarbilur

nýggjur frítíðarbilur frá Toyota ? nýggjur frítíðarbilur frá Toyota. Tá Toyota í 1994 fyrstu ferð komu á markanaðin við RAV4, løgdu teir grundstøði undir einum heilt nýggjum bilklassa, SUV (Sport Utility Vehicle), ið varð væl móttikin og spreiddi seg um allan heimin

 

Tá Toyota í 1994 fyrstu ferð komu á markanaðin við RAV4, løgdu teir grundstøði undir einum heilt nýggjum bilklassa, SUV (Sport Utility Vehicle), ið varð væl móttikin og spreiddi seg um allan heimin.


Tvær støddir

Brúkara kanningar hava víst, at fólk velja hesar bilar meira eftir tí útsjónd og koyrieginleikum teir hava, enn orsaka av off-road eginleikunum. Tí hevur Toyota gjørt RAV4 við tveimum møguleikum, trekk á framhjólunum ella fýrahjólstrekk. Ì báðum útgávunum er møguleiki fyri at velja ímillum ein stuttan sportligan bil við 3 hurðum, og ein stóran og elegantan bil við 5 hurðum. At síggja til er RAV4 nógv broyttur, í mun til forgangaran.


Væl ljóðdoyvdur

Nýggjasta útgávan av RAV4 hevur hvørki reduktiónsgear ella sperru, so hann er ikki beinleiðis gjørdur til at koyra í haganum við, hóast hann klárar seg væl. Koyri- eginleikarnir eru sum á einum persónbili, bert tað at man situr hægri, og útsýni harvið betur. Ljóðdoyvingin er betrað við 50 %. Bilurin er smartur innan, við instrumentum við hvítari bakgrund, leðurrætt og silvurgrá panelir og kontaktir. Hann er líka arbeiðsvinarligur sum ein MPV.


Diesel næsta ár

Motorurin er ein 2.0 litur VVTi við 150 hk. Annars er tað soleiðis at teir sum einans hava trekk á frammhjólunum hava ein 1.8 litur motor við 125 hk.

RAV4 verður eisini seldur sum vøruvognur, og um eitt ár kemur hann við einum common rail dieselmotori.

Kabinan trygg

RAV4 hevur ABS bremsur við EBD (Elektronic Brakeforce Distribution), kabinan er bygd sum eitt trygdarbúr, har takið og hurðastólparnir hava stoytdoyvandi lamellir, sum verja tey ferðandi um bilurin bóltar runt. Eisini eru trygdarbjálkar í hurðunum og forsetrini hava WIL (Whiplash Injury lessening). Standard útgerðin er m.a. fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar framman, el-síðuspegl v/varma, elektroniska startsperru og tokulyktir framman.

Sum á øllum Toyota bilum er 3 ára garanti og 12 árs garanti móti gjøgnumtering.

Opið hús verður í bilhøllini hjá Reyni Service í Hoyvík, leygardagin 30. september frá kl. 10.00 til 15.00.