Ravnsfjall gevst sum leiðari

Leiðarin á Norðoya Fornminnasavnið seinastu 30 árini gevst nú í starvinum

Jógvan Ravnsfjall hevur seinastu 30 árini myndað Norðoya Fornminnasavn, har hann hevur verið leiðari. Hann hevur stóra vitan um søgu og fornminni, og hann er frálíkur frásøgumaður.

Nú gevst Jógvan Ravnsfjall í leiðarastarvinum, og í tí sambandi verður móttøka á Norðoya Fornminnasavni seinnapartin fríggjadagin.

Fráfaringarløtan, sum tað verður kallað, er almenn og byrjar klokkan 16.00.