RBS við hópuppsøgn

Bretski bankin Royal Bank of Scotland kunngjørdi í gjár, at hann fer at skerja starvsfólkatalið kring alt landið, og at umleið 3.700 fólk fara at missa arbeiðið. Bretska stjórnin hevur hjálpt Royal Bank of Scotland og eigur nú 70 prosent av honum, og stjórnin hevur sagt, at hon ætlar sær at selja bankan.

Tað sama ætlar stjórnin at gera við Lloyds Banking Group, sum tað almenna eigur 43 prosent av.

Leiðslan í Royal Bank of Scotland hevur sagt, at ætlanin er at selja partar av bankanum fyri at lúka tær kappingarreglurnar hjá ES, ið snúgva seg um bankar, sum hava fingið almennan stuðul.