Renningin verður leygardagin kl. 12.15. Teinurin er 160m. Aliringurin liggur á sjónum niðanfyri heilsøluna hjá Kjølbro og bátar fara at rógva inni í aliringinum.
Eftir ætlan verður kappingin millum aliøkir í Føroyum.
Aliringurin er 160 metrar í ummáli og 60 metur í diametur. Og av tí at ringurin er so mikið ’sverur’, ber væl til at renna/ganga á honum.
Men ringurin er ikki ’sverari’ enn so, at tað ber til at detta av honum. Tískil kann man siga, at talan verður um eina renning, ið ikki er heilt vandaleys; ein hættislig rennikapping á Føroya størsta aliringi.
Tað er KJ-Hydraulik, sum stendur á odda fyri ringinum og sum eisini hevur gjørt hann.