Reading setti met

Við 106 stigum hevur Reading sett met í næstbestu ensku deildini. Metið gjørdist veruleiki, tá Reading leygardagin spældi á heimavølli móti QPR. Sjálv uppflytingin hevur annars verið veruleiki í fleiri vikur, men síðani hava teir í Reading strembað eftir metinum, sum Sunderland setti í 1999, tá teir vunnu deildina við 105 stigum.