Reaktiónir eftir konsertina

Sosialurin hitti sunnukvøldið eftir konsertina fimm persónar, sum hava havt ymsar lyklaleiklutir á nýggjárskonsertini

Teitur Lassen, tónleikari og fyrireikari:
Hvussu hilnaðist tiltakið?
Vit kunnu staðfesta, at tað var rætt at leggja stuðulstiltakið saman við nýggjárskonsertini. Ein rúgva av fólki hevur verið við til at fáa alt at rigga, og samanlagt hevur ein stórur innsatsur verið lagdur í arbeiðið. Tá fólk hava verið so samarbeiðsvillig, hevur tað tó verið lætt at samskipa.

Hvat var tónlistarliga hæddarpunktið?
Sum heild var tónlistarliga støðið høgt, og tí er torført at vísa á nakað ávíst. Men persónliga var tað fantastiskt at hoyra Kára P aftur, og so slepst ikki undan at nevna Ernst Sondum Dalsgaard.

Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi?
Eg meti avgjørt, at vit skuldu gjørt innsavning afturvendandi í Føroyum og ikki bert fremja átøk, tá stórar einstakar vanlukkur fara fram. Um flóðaldan ikki var, kundi peningurin t.d. farið til Darfur í ár, og við tað at tørvurin altíð er stórur, skuldu vit gjørt slíkar innsavningar oftari.


Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi:
Hvussu hilnaðist tiltakið?
Eg má siga, sum eg so ofta havi sagt fyrr, at eg eri ovfarin um undirtøkuna og vælviljan í Føroyum. Mín uppgáva hevur mest verið at taka telefonina og nikka samtykkjandi við øllum uppskotum og stigum, fólk hava borðreitt við. Eg hugsaði við mær sjálvum, at um vit komu uppá eina millión, skuldu vit vera nøgd, og tá avtornar er talan um fleiri ferðir upprunaliga málið.

Hvat var tónlistarliga hæddarpunktið?
Nei, eg havi ikki skil fyri tónleiki og kann ikki vísa á nakran ávísan favoritt. Eg havi eisini havt so nógv annað at hugsa um gjøgnum kvøldið, at hasum eri eg ikki førur fyri at svara.

Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi?
Jú, vit hava avgjørt fingið blóð á tonna at gera slíkt oftari, og tað kann væl hugsast, at innsavningartiltøk skuldu verið oftari á skránni. Men so má eg leggja afturat, at innsavningartiltøk eru oftari, enn ein heldur, tí tiltøkini fáa sjáldan tað uppmerksemi, sum fjølmiðlarnir hesaferð hava sýnt.


Kári Sverrisson, tónleikari:
Hvussu hilnaðist tiltakið?
Sum heild hevur tiltakið verið sera gott.

Hvat var tónlistarliga hæddarpunktið?
Við tað at eg mest havi hugsað um okkara egnu framførslu seinni um kvøldi, havi eg ikki lurtað so intenst eftir hinum tónlistafólkunum, og tí kann eg ikki nevna nakran ávísan favoritt. Men mín fatan er, at tónlistarliga støðið sum heild hevur verið høgt.

Skuldu slíkar stuðulskonsertir verið afturvendandi?
Tað er eitt gott hugskot at gera slík stór stuðulstiltøk afturvendandi, tí tørvurin kring heimin er altíð stórur. Vit kunnu nevna, at amerikumenn seinnu árini eru farnir inn og hava bumbað tvey lond, sum í dag hava tørv á, at vit onnur hugsa um tey og gera tað sama, sum vit nú hava gjørt fyri suðurasiatisku londini.