Real ella Chelsea

Sambært enska blaðnum The Sun sigur Ribery, at hann fer at taka eina avger eina av komandi vikunum, um hann flytir til Onglands ella ikki.

 

Franski miðvallarleikarin, ið verður mettir til eitt virði av 45 milliónir pund, fer heilt vist úr Bayern München, núverandi felag hansara, og sambært honum sjálvum eru møguleikarnir tvinnir: Chelsea ella Real Madrid.

 

- Tað eru somu nøvnini, ið verða nevnd umaftur og umaftur. Tosað verður um Chelsea og Real Madrid, og bæði eru stór feløg, sigur 26-ára gamli Franck Ribery.

 

- Eg rokni ikki við, at hetta verður ein longri søga. Eg rokni við, at alt verður avgjørt innan tveir til tríggjar mánaðir, og eg vóni í hvussu er, at ein avgerð er fallin áðrenn HM í summar, sigur Ribery.

 

Tað er eingin loyna, at venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, er íðin Ribery-fjeppari, og leiðarar í Chelsea vóna, at keypsbannið, sum í løtuni er útsett, heilt verður tikið burtur í summar.