Tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League hava verið í kvøld. Real Madrid tapti óvæntað 2-0 fyri Wolfsburg á útivølli, meðan Paris Saint-Germain og Manchester City spældu javnleik 2-2 í París.
Í París var oljukríggj millum PSG og Manchester City, sum eru væl stuðlaði av milliardum. Við Zlatan Ibrahimovic á odda tóktist PSG hava munin, men tá svenska heimsstjørnan brendi britsspark vendi dysturin nakað.
Kevin de Bruyne legði gestirnar úr Manchetser á odda, eftir skjótálop, men bara minuttir seinni javnaði Zlatan Ibrahimovic við góðari hjálp frá Fernandinho, sum sparkaði bóltin beint í fótin á honum – og í mál.
Í seinna hálvleiki var PSG omaná leikliga. Tað umsetti Adrien Rabiot til eina 2-1 leiðslu. Eina løtu sá einki út hjá enska felagnum, men eftir eina verjuvillu, so kundi Fernandinho tryggja Manchester City ein javnleik á útivølli.
Í Wolfsburg í Týsklandi tapti Real Madrid óvæntað 2-0. Ricardo Rodriguez legði heimaliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Løtu seinni økti Maximilian Arnold, sum í fjør skoraði móti føroyska U21 landsliðnum.
Real Madrid kláraði ikki at minka um munin, og tí hevur Wolfsburg góð kort á hondini undan seinnu fjórðingsfinaluni.
Fyrru 1/4 finalurnar í Champions League:
PSG – Manchester City 2-2 (1-1)
0-1 Kevin de Bruyne, 38
1-1 Zlatan Ibrahimovic, 41
2-1 Adrien Rabiot, 59
2-2 Fernandinho, 72
Wolfsburg – Real Madrid 2-0 (2-0)
1-0 Ricardo Rodriguez, 18 br
2-0 Maximilian Arnold, 25