Real fall

Real varð av teimum flestu roknað sum favorittur undan uppgerðini, men teir megnaðu sjáldan veruliga at seta seg á dystin.

Roma dugdi væl at fáa tíðina at arbeiða fyri seg, og tað var ikki frítt, at heimamenninir gjørdust frustreraðir, so hvørt sum minuttirnir gingu.

Við 20 minuttum eftir av dystinum fekk Pepe eisini sítt seinna gula kort, og so stóð heilt illa til hjá kongaliga spanska liðnum, ið er tað mest vinnandi í europiskari fótboltssøgu.

Og tá Taddei tveir minuttir seinni stútaði bóltin framúr vakurt í netið, gjørdist mótbrekkan enn brattari.

Raul minkaði alt fyri eitt um munin, og eina løtu tóktust gestirnir illa sperdir. Men teir fingu aftur tamarhald á sær sjálvum, og 1 minutt og 4-1 sekund í yvirtíðini stðafesti Vucinic samlaða sigurin, tá hann stútaði frísparksinnlegg í kassan.

Soleiðis gjørdist samlaði sigurin 4-2, og fyri fyrstu ferð í 23 ár er Roma í fjórðingsfinaluni í europisku meistarakappingini.